Fólkaflokkurin skrivar kortini undir uppskotið til eykajáttanarlóg fyri at fáa tað til viðgerðar. Tað ger heldur einki um uppskotið ikki er útreiðsluneutralt, boðar Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins frá. Fólkaflokkurin skrivar undir. Tað boðaði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum frá júst nú.
Jóannes Eidsegaard bar fyrrapartin eitt uppskot til eykajáttanarlóg niðan í Tingið, sum millum annað inniber eina eykajáttan til miðnámsskúlarnar, soleiðis at hesir kunnu taka allar skikkaðar umsøkjarar inn.
Trupulleikin við uppskotinum er bert, at tað er ikki útreiðsluneutralt ? nakað sum Fólkaflokkurin hevur sett sum ófrávíkiligt krav.
Fyri at Løgtingið skal sleppa at viðgerða uppskotið er neyðugt at seytjan undirskriftir verða savnaðar til uppskotið, av tí at seinasti framløgudagur langtsíðani er farin.
Fyrrapartin savnaði Javnaðarflokkurin sínar undirskriftir, og síðani varð farið til Sambandsflokkin eftir undirskriftum, og síðani var spurningurn, um Fólkaflokkurin fór at skriva undir.
Fólkaflokkurin hevur sitið á »kreppufundi« um hetta málið stóran part av fyrrapartinum, men fyri løtu síðani hevur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, boðað frá, at teir skriva undir kortini, soleiðis at Løgtingið kann sleppa at viðgerða eykajáttanarlógina.
Síðani er spurningurin, um eykajáttanarlógin skal verða útreiðsluneutral, og har boðaði Jørgen Niclasen frá, at tað nú ikki er ófrávíkiligt krav, at tað er útreiðsluneutralt, men at tað skal miðast ímóti tí.
Tingið fer í summarfrí 12. mai.