Fólkaatkvøðuuppskotið avgreitt í næstu viku

Gjáramogunin hittust limirnir í uttanlandsnevndini at viðgera uppskot Sambandsfloksins um vegleiðandi fólkaatkvøðu

Uttanlandsnevnd løgtingsins hevði gjáramorgunin fund, har uppskot Sambandsfloksins um vegleiðandi fólkaatkvøðu áðrenn samráðingarnar við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, sigur, at fundurin gekk væl, men tó bleiv málið ikki avgreitt á hesum sinni. Men uttanlandsnevndin hevur fund aftur týsdagin í komandi viku, og tá skuldi verið komið so mikið langt í málinum, at uttanlandsnevndin kann koma við einum tilmæli til løgtingið.