Fólkaatkvøðubókin fæst aftur!

Forlagið Stiðin gav á ólavsøku út bókina Fólkaatkvøðan 14. september 1946.

Í hesi bók hevði Zakarias Wang savnað saman allar tær keldur, sum søgdu nakað um ta stórhending, at føroyingar tann 14. september 1946 samtyktu at land okkara skuldi gerast eitt sjálvstøðugt ríki.
Síðani hevur nógv orðaskiftið verið um hesa fólkaatkvøðu, og enn eru Føroyar ikki vorðnar tað, sum føroyingar tá ásettu. Tey yngstu av teimum, sum tá vóru virkin, hava nú ommu- og abbabørn, sum lítið vita um hetta undursama summar, har Føroya fólk fekk lagt fyri seg øll sjónarmið, og eftir gjølla at hava hugsað seg um, tók ta avgerð, at best var at loysa frá Danmørk.
Hví gjørdu vit hetta?
Nú ber til hjá øllum at fáa at vita, hvørji argumentini vóru hjá teimum, sum vunnu, at taka hesa avgerð, og hví tey, sum taptu, ikki vildu loysa.
Henda bók vakti so miklan ans, at hon skjótt varð útseld, men nú hevur forlagið prentað hana uppaftur og nú ber aftur til hjá tí uppvaksandi ættarliðinum at fáa at vita hví tey sum livdu í 1946 vóru so djørv.