Men ein avgjørdur løgmaður lovaði samstundis, at ongar broytingar skuldu fara fram á ríkisrættarliga økinum, uttan at tað var ein breið undirtøka til hetta millum Føroya fólk. Og hesa undirtøku ætlaði man so at staðfesta gjøgnum eina fólkaatkvøðu.
Sum tíðin leið og okkara gonga av samráðingarfólki við jøvnum millumbilum fór til Danmarkar og kom aftur uttan úrslit, so minkaðu eisini møguleikarnir fyri at hava nakað at hava ein fólkatkvøðu um. Nyrup segðist ikki at vilja skilja okkara umboð og teirra ørindi.
Hetta endurtók seg nakrar ferðir. Men tíðin gekk undan hjá samgonguni, um bara okkurt skuldi spyrjast burtur úr hetta valskeiði. Tí gjørdi man av at enda at taka donsku samráðingarleiðarnar í álvara. Við eini skiftistíð upp á 4 ár kundu vit sleppa at taka okkum burtur úr ríkisfelagsskapinum.
Avgjørt varð at spyrja Føroya fólk og dagurin fyri fólkaatkvøðu settur til at vera 26. maj. Og so kenna vit øll restina av søguni. Sum dagurin fyri fólkaatkvøðuni nærkaðist gjørdist samgongan alt meira fjálturstungin, tí tað ljóðaði, at málið fór at falla.
Bebbaræddur fyri sínum egna barni tók løgmaður avgerðina um fólkaatkvøðu aftur og øll lyftir um at søkja sær breiða undirtøku fyri broytingum í ríkisfelagskspinum vóru fokin.
Andstøðan dyrgdi eftir at fáa hesa fólkaatkvøðu kortini. Fyri at lata Føroya fólk sleppa at siga sína hugsan um fullveldistilgongdina og fyri at reinsa luftina, soleiðis at tað politiska systemið aftur kundi fara undir at gera okkurt meira skilagott. Men løgmaður segði nei. Her skuldi eingin fólkaatkvøða vera.
Men nú hevur so Nyrup útskrivað val. Og hetta valið kunnu so allir føroyingar gera til ta fólkaatkvøðuna, sum vit ikki fingu í vár. Her kann Føroya løgmaður ikki forða okkum í at geva okkara hugsan til kennar.
Vit í Sambandsflokk-inum fara at heita á veljararnar um at atkvøða fyri einum av okkara valevnum og út yvir at skula geva okkum sessin aftur í Fólkatinginum skal hvør einasta atkvøða eisini teljast sum ein protest ímóti fullveldistilgongdini hjá hesi samgonguni.
Velji Sambandsflokkin.