Hóast hann meldaði rættiliga greitt og positivt út, tá ið landsstýrið borðreiddi við sínari nýggju fullveldisætlan, so hava hesir seinastu dagarnir ørkymlað danska professaran Frederik Harhoff, sum er serfrøðingur í ríkisfelagsskapinum.
Hann setir nú spurnartekin við fólkaatkvøðuna 26. mai og spyr millum annað, hvat tað er, føroyski veljarin skal taka støðu til. Er tað í veruleikanum loysing, ella er tað bert eitt framhald av verandi skipan í ríkisfelagsskapinum í eitt nærri ásett tíðarskeið?
- Tað tykist ógreitt, hvat landsstýrið í veruleikanum vil. Sjálvur hevði eg ikki vitað, hvat eg hevði atvkøtt um, um eg luttók í fólkaatkvøðuni 26. mai, sigur Frederik Harhoff.
Støðan er nú, at landsstýrið leggur ein spurning út til fólkaatkvøðu, sum kann tulkast. Landsstýrið leggur eina tulking í, meðan stjórnin leggur eina aðra tulking í. Og hetta fer bert at ørkymla, heldur hann.
Breið tulking
Harhoff heldur, at stjórnin hevur valt at tulka fólkaatkvøðuna í mai rættiliga breitt við at siga, at talan í veruleikanum er um eina fólkaatkvøðu um loysing. Men hinvegin heldur hann eisini, at tað er í lagi, at stjórnin tulkar støðuna á hendan hátt.
- Stjórnin hevur sett sær sjálvum spurningin, hvat landsstýrið í veruleikanum vil. Er talan um, at vit bara skulu halda fram undir verandi skipan eina tíð afturat og so skulu Føroyar loysa seinni, ella er talan um tað, sum landsstýrið alla tíðina hevur ætlað, nevniliga at loysa eftir einum nærri ásettum leisti? Og har hevur stjórnin valt at tulka støðuna soleiðis, at landsstýrið nú vil hava fólkið at taka støðu til, um Føroyar skulu fara úr ríkisfelagsskapinum. Stjórnin tekur tarvin við horninum, og hetta fyriheldur hon seg so til. Og tað haldi eg vera í lagi, tí hetta er greitt og tekur burtur øll ivamál, sigur Frederik Harhoff.
Óneyðugt við
fleiri fólkaatkvøðum
Danski professarin sær fyri sær eina rættiliga ørkymlaða veljarafjøld, tá ið fólkaatkvøðan verður 26. mai. Hann vísir á, at landsstýrið í sínari ætlan tosar um tvær fólkaatkvøður ? eina í mai og eina 2012. Onnur er undir øllum umstøðum óneyðug, heldur hann.
- Um landsstýrið í fyrsta umfari bert ynskir øktar heimildir og fríari ræsir at yvirtaka málsøki, hví skal tann spurningurin so út til fólkaatkvøðu? Hetta er nakað, sum løgtingið kann gera av í samstarvi við stjórnina, og so kann heimastýrislógin broytast samsvarandi, um hetta er neyðugt. Tá er óneyðugt við einari fólkaatkvøðu nú, sum inniheldur fleiri element enn bert hetta, staðfestir hann.
- Eg kann garantera tær fyri, at kjakið upp undir fólkaatkvøðuna fer at snúgva seg um, hvørt hetta bert er ein spurningur um økt sjálvsstýri ella um hetta í veruleikanum er ein atkvøðugreiðsla um loysing. Báðir partar fara í valstríðnum at gera síni sjónarmið galdandi, vísir hann á.
- Skal fólkaatkvøðan vera demokratisk, so má hon skipast á ein hátt, so øll vita púra greitt, hvat tað er, tey atkvøða um. Og sum nú er, er talan um eina ómetaliga ógreiða fólkaatkvøðu, sigur hann.
Fastlæsa støðuna
Frederik Harhoff heldur eisini, at landsstýrið ger sær sjálvum eina bjarnatænastu við fólkaatkvøðuni í mai. Landsstýrið verður tá læst fast at tí innihaldinum, sum tann fólkaatkvøðan nú einaferð snýr seg um.
Fær landsstýrið undirtøku fyri ætlanini, so hevur landsstýrið bert hetta at fyrihalda seg til í einari samráðingarstøðu við danir. Og samráðast skulu partarnir undir øllum umstøðum, vísir Harhoff á.
- Hvat nú um stjórnin ikki kann eftirlíka føroyska kravinum um, at blokkurin skal minkast burtur eftir 12 árum? Um stjórnin til dømis sigur átta ár og heldur, at viðurskiftini eisini á annan hátt skulu víkja frá teimum, sum landsstýrið leggur upp til í fólkaatkvøðuni? Stjórnin er ikki bundin at einari føroyskari fólkaatkvøðu, men spurningurin er tá, um landsstýrið hevur nakað rásarúm. Føroyska fólkið hevur jú álagt landsstýrinum júst, hvussu viðurskiftini skulu skipast, vísir Frederik Harhoff á.
Samráðingarloysnin tann rætta
Frederik Harhoff kemur her inn á tað, sum hann heldur hevur verið so óheppið fyri alla gongdina hetta seinasta árið. Báðir partar ? bæði landsstýrið og danska stjórnin ? vísa ov lítlan vilja til at geva seg. Landsstýrið hevur frá fyrstan tíð tvíhildið um, at hendan gongdin skal enda við loysing, og stjórnin hevur frá fyrstan tíð tvíhildið um, at ein tílík loysn inniber eina skiftistíð uppá fýra ár. Eingin vil slaka uppá hesi grundsjónarmiðini, sigur Frederik Harhoff.
- Báðir partar hava gjørt mistøk, og nú eru vit komin í hesa óhepnu støðuna, har báðir partar kasta við runu, vísir Frederik Harhoff á.
Hann er sannførdur um, at bæði føroyingar og danir kundu verið eitt sindur meira uppfinnsamir gjøgnum alla gongdina, og at ein samráðingarloysn hevði verið nógv tann besta. Men nú ivast danski professarin í, hvussu vendist aftur.










