Fólkaatkvøðan er ein fella

Eftir at hava runnið høvdið ímóti berginum ferð eftir ferð, hevur samgongan nú gjørt av at halda tvær fólkaatkvøður um framtíðarstøðu Føroya.

 

Heðin Mortensen,

tingmaður Sambandsfloksins



Eftir at hava runnið høvdið ímóti berginum ferð eftir ferð, hevur samgongan nú gjørt av at halda tvær fólkaatkvøður um framtíðarstøðu Føroya.

Tann fyrra skal vera 26. mai í ár og tann seinna skal vera í 2012.

Í tíðarskeiðnum uppá 12 ár, skulu øll mál yvirtakast, so bert sjálv loysingin verður eftir.

Velja fólk at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum á fólkaatkvøðuni 26. mai í ár, so hava tey í roynd og veru eisini sagt ja til loysingina.

Tí gleddi tað meg ótrúliga nógv, at veljarakanningin herfyri greitt vísti, at ein rættuliga stórur partur av fólkinum er ímóti ætlanini hjá landsstýrinum.

Og tað sigur mær somikið, at fólkið hevur funnið útav, at ætlanin hjá landsstýrinum er ein fella.

Fær landsstýrið undirtøku fyri ætlanini, so skulu øll løgting og landsstýri frá nú av og til 2012 binda seg til at yvirtaka øll mál eftir einum ávísum leisti.

Og tá vit so eru komin til 2012, so skal fólkaatkvøða haldast um endaligu loysingina.

Uppskotið frá landsstýrinum fek uttan iva eitt skot fyri bógvin, tá veljarakanningin varð almannakunngjørd.

Uppskotið er í øllum føri ikki komið enn, og fyrr enn tað er komið, ber sjálvsagt ikki til at gera viðmerkingar til tað.

Men somikið er í øllum førum vist, at hava vit yvirtikið øll mál, so vendist ikki aftur.

Hóast tað gongur væl í føroyska samfelagnum í dag, so er ikki vist, at gongdin verður tann sama um 12 ár.

Landsstýrið hevur ikki tosað við donsku stjórnina um nakað sum helst, og landsstýrið ætlar heldur ikki at tosa við stjórnina fyri fólkaatkvøðuna.

Tí vita vit ikki, um fólkaatkvøðan í 2012 kann vera ein sonevnd iðranar-fólkaatkvøða, ella sagt við øðrum orðum: ?vit meintu tað ikki?.

Og eg kenni meg fullvísan í, at føroyska samfelagið heldur ikki um 12 ár verður ført fyri at klára seg sjálvt. Tað eru eisini alt ov nógvar neyðugar íløgur at gera, til at tað kann bera til, uttan so at okkara livistøði lækkar.

Tí er fólkaatkvøðan í mai tann avgerandi fyri framtíðina. Og tí mugu fólk gera sær greitt, hvat tey fara at atkvøða.

Í mínum huga er eingin ivi. Og fólk eiga at gera sær greitt, at fólkaatkvøðan tann 26. mai er ein fella, sum neyvan slepst úr aftur.