Fólkaatkvøðan aftur á dagsskrá

Fólkaflokkurin leggur á borgarliga bógvin. Tjóðveldisflokkurin satsar vil hava fólkaatkvøðuna aftur á dagsskrá. Samgongufelagarnir fara hvør sín veg, nú val verður í úrtíð

Longu hálvt annað ár eftir seinasta val, skulu flokkarnir aftur brynja seg til valstríð.
Sjálvt stríðið, sum feldi samgonguna, verður óivað eitt mál. Men aðrir táttir verða eisini tiknir fram.
? Fólkaflokkurin er sjáldan uttan fyri samgongur, og tað vera vit neyvan næstu ferð heldur. Spurningurin er, hvørji mál vera sett. Eftir hetta verður motivatiónin hjá fólkinum neyvan stór fyri fullveldinum, mugu vit viðganga, og tískil verður tað kanska meiri tann borgarligi politikkur, ið verður settur á dagsskrá fyri okkara viðkomandi. Men sjálvandi hava vit somu mál, sum Fólkaflokkurin altíð hevur havt, sigur Poul Michelsen, tingmaður Fólkafloksins.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, ger hinvegin púra greitt, at tað ræður um at fáa fullveldismálið aftur á sporið, sigur hann.
? Vit skulu hava fullveldismálið aftur til fólkið. Í 2001 var fólkaatkvøðan tikin frá okkum, og tískil endaði sjálvstýrismálið aftur í tí partapolitiska spælinum, sum tað altíð hevur ligið í. Vit fara til val uppá, at Grundlógin skal til fólkaatkvøðu. Eg haldi, at tað var ein beinleiðis samanhangur millum ta optimismu og tann framburð, sum var í fólkinum og samfelagnum, tá fullveldismálið enn var í fólkinum, sigur Høgni Hoydal.