Fólkaatkvøðan í 1946 hevur forfylgt okkum

Í dag eru 70 ár liðin síðani føroysku fólkaatkvøðuna tann 14. september í 1946, tá ein meiriluti av Føroya fólki atkvøddi fyri loysing, men hálvtannað ár seinni fekk ta heimastýrisskipan, ið enn er galdandi.

 

Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at 48,7 prosent atkvøddu fyri loysing, meðan 47,2 prosent avkvøddu fyri danska stjórnaruppskotinum, ið minti um heimastýrisskipanina, og 478 atkvøður, ella góð fýra prosent, vóru ógildugar.

 

Tilsamans 11.624 av teimum 17.216 føroyingunum, sum høvdu valrætt tann 14. september í 1946, greiddu atkvøðu, so valluttøkan var 67,6 prosent.

 

Síðani tá hevur henda fólkaatkvøðan í ovurstórt mát sett sín dám á flestu politisku mál, sum hava verið til viðgerðar í Føroyum, heldur Árni Gregersen, journalistur á ting.fo og politiskur eygleiðari.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Árna Gregersen.