Fólkaatkvøða verður 3. mai

Tað er nú greitt, at fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging verður hósdagin 3. mai.

Tað hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum nú gjørt av.

Upprunaliga skuldi fólkaatkvøðan vera 12. apríl, men tað dróg út við hoyringunum og tí var fólkaatkvøðan útsett.

Talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu og landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at hann fer ikki at tvinga kommunur saman við lóg.

Hann væntar kortini, at kommunurnar fara at taka úrslitið til eftirtektar.

Hann hevur eisini boðað frá, at samanlegging ella ikki, so verður landið lagt saman í sjey ella átta samstarvsøki í sambandi at eldraøkið og kanska fólkaskúlin við, skulu leggjast undir kommunurnar