Tað er nú rættiliga óvist um fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging verður 12. apríl, soleiðis sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, annars boðaðu frá herfyri.
Hann sigur nú, at sannlíkt er, at hon verður útsett, men tað verður ikki leingi.
Hon skal í øllum førum vera einaferð í næsta mánaði, sigur hann.
Annars varð aftur orðaskiftið í Løgtinginum um kommunubygnaðin nú ein dagin og tað
vísti, at í samgonguni eru framvegis næstan líka nógvar meiningar, sum tað eru tinglimir.
Sjálvur hevur landsstýrismaðurin gjørt greitt, at hann ætlar ikki at leggja kommunur saman við lóg, men tær kommunur, sum ikki vilja leggja saman, skulu gera samstarvsavtalur við hinar kommunurnar í økinum um eldraøki og onnur øki, sum kanska verða løgd undir kommunurnar.
Summir tinglimir í samgongi vilja hava skúla og eldraøki undir kommunurnar fyrst fyri at geva fólkaatkvøðuni eitt innihald.
Onkur helt, at landið skal leggja øki undir kommunurnar, tí so fara kommunurnar at leggja saman sjálvbodnar.
Aðrir tinglimir ivast í um skúlin skal leggjast undir kommunurnar.
Summir tinglimir vilja hava sjey kommunal øki, men onnur vilja hava átta, tí tey halda, at bæði í Eysturkommunu og í Fuglafirði er mótstøða móti samanlegging við restina av Eysturoy og tær skulu ikki tvingast at leggja saman.
Summir halda, at fólkaatkvøðan verður bara hildin fyri at grugga málið tí at Løgtingið ikki torir at taka støðu og at eftir fólkaatkvøðuna verður sportur í at tulka úrslitið í ymsar ættir.
Onkur annar førdi fram, at tað verður neyvan nakað øki lagt undir kommunurnar, skuldi útslitið verði, at tað framvegis verða 10-15 kommunur í landinum.
Kári P. Højgaard heldur, at vit mugu ongantíð ræðast at vita, hvat fólkið sigur.
- Samgongan hevur samtykt at leggja eldraøkið og fólkaskúlan undir kommunurnar og undir øllum umstøðum verður talan um sjey ella í mesta lagi átta samstarvsøki, hóast kommunur ikki vilja leggja saman. Áttanda samstarvsøki kann júst nettupp verða Eysturkommuna og Fuglafjørður, sum kanska ikki vilja leggja saman við restini av Eysturoy.