Í morgun lótu valhølini í norðurafrikanska landinum Marokko upp, tí veljararnir hava fingið møguleikan at taka støðu til eina nýggja stýrisskipan, sum skal skerja valdið hjá kongi, samstundis sum forsætisráðharrin og tjóðartingið skulu hava størri vald.
Mohammed kongur kunngjørdi í síðsta mánað, at fólkaatkvøða skuldi vera um nýggja stýrisskipan. Eygleiðarar siga, at fólkaatkvøðan er ein beinleiðis avleiðing av teimum politisku rembingunum í øðrum norðurafrikonskum londum teir seinastu mánaðirnar.
Valhølini í Marokko eru opin til klokkan sjey í kvøld.









