Fólkaatkvøða um Chavez

Myndugleikarnir í Venesuela kunngjørdu fyrradagin, at andstøðan hevur savnað nóg mikið av undirskrivtum frá fólki, sum krevja fólkaatkvøðu um framtíðina hjá Hugo Chavez, forseta. Sambært lógini skuldu minst 2,4 milliónir fólk skriva undir kravið um fólkaatkvøðu, og andstøðan sigur seg hava fingið umleið 3,4 milliónir undirskrivtir.

Sjálvur sigur forsetin, at hann er til reiðar at gera eftir kravinum frá andstøðuni. Hann ivast ikki í, at hann fer at vinna fólkaatkvøðuna, og hóskvøldið savnaðust fleiri túsund fólk uttan fyri forsetaborgina at vísa tí vinstrasinnaða forsetanum stuðul.

Tað er ikki greitt, nær fólkaatkvøða verður í Venesuela, men valnevndin hevur nevnt dagin 8. august. Verður fólkaatkvøðan fyri tann 16. august, og Chavez tapir, skal forsetaval haldast. Verður fólkaatkvøðan ikki fyrr enn aftan á 16. august, og forsetin tapir, tekur varaforsetin við. Hugo Chavez varð valdur til forseta í 2000 við stórum meiriluta.