Fólk vilja til Íslands

Fleiri fólk ætla sær til Íslands at keypa jólagávur, og serliga í Danmark verður biðið um útferðir til kreppurakta landið - Longu nú verður í stórum mongdum biðið um ferðir til Íslands. Áhugin veksur í stórum. Fleiri danir síggja møguleikan fyri frálíkum upplivingum, og somuleiðis kunnu jólini verða sjáldsama bílig.

Fyri einum góðum ári síðan var Ísland at kalla millum dýrastu londini í Evropa. Nú er hinvegin møguleiki fyri at fáa upplivingar við fossum, vøkru náttúrini og bláu lón fyri nær um einki. Tom Nørgaard, danskur ferðaskipari, staðfestir eisini fyri Ekstra Blaðnum, at fleiri fólk spyrja seg fyri at sleppa til Íslands í løtuni.