Tann fyrsta august búðu 51.060 fólk í Føroyum, Tað eru 815 fólk, ella 1,6 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani, og sostatt kann staðfestast, at vøksturin heldur fram við somu ferð.
Hagstovan sigur í eini uppgerð, at tað eru høvuðsøkini Eysturoy og Tórshavnarøkið, sum veksa skjótast.Og tað vísir seg, at tað tað er serliga rundan um tunnilsmunnarnar á Eysturoyartunlinum, at fólkatalið veksur skjótast.
Eyðsæð veksa tær størstu kommunurnar mest í tali. Tórshavnar kommuna vaks 471 fólk, Runavíkar Kommuna vaks 76 fólk og Klaksvíkar vaks 65 fólk. Men beint í hølunum á Klaksvíkar kommunu, eru tær miðalstóru kommunurnar í Eysturoy, Nes Kommuna, sum vaks við 55 fólkum, Eysturkomuna vaks við 42 og Sjóvar Kommuna vaks við 40 fólkum.
Á Skálafjørðinum er lutfalsligu serliga stórur vøkstur í bygdunum á vestara armi á Skálafjørðinum, á Skála og á Strondum. Skála vaks nevniliga 39 fólk ella 5,8 prosent og Strendur vaks 36 fólk, ella 4,3 prosent.
Av størstu kommununum er vøksturin lutfalsliga størstur í Tórshavnar kommunu, sum vaks 2,2 prosent og Runavíkar Kommuna, sum vaks 1,9 prosent, men hinvegin var vøksturin í Klaksvík nakað niðan fyri, ella 1,3 prosent.