Tann 1. september í ár, búðu 52.756 fólk í Føroyum. Sostatt er fólkatalið vaksið 827 fólk hetta seinasta árið, og tað er ein vøkstur upp á 1,6 prosent.
Hetta vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Eftir tølunum frá Hagstovuni vísir tað seg framvegis, at tað er í meginøkinum, og helst við tunnilsmunnanar í Eysturoyartunlinum, at fólkatalið veksur mest. Sostatt veksur fólkatalið mest í Suðurstreymoy á Skálafjørðinum, men tað veksur eisini nógv í Eysturkommunu, í Klaksvíkar kommunu, í Kvívík, í Vága kommunu, og á Eiði.
Men tað er eisini vert at leggja til merkis, at í vági hevur tað eisini verið fitt av fólkavøkstri, tí nú búgva 23 fólk meiri í Vági enn fyri einum ári síðani. Tilsamans er fólkatalið í Suðuroy vaksið 15 fólk hetta seinasta árið.
Men tað vísir seg eisini, at nú er fólkatalið eisini farið at veksa í Sandoynni, har tað nú búgva 18 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.
Hesi seinastu árini hevur gongdin annars annars verið, at fólkatalið í Suðuroy og í Sandoy, er minkað, ella hevur tað, í besta førið, mest sum staðið í stað.