Bretar hava aldrin verið meira illgrunasamir móti hvør øðrum enn í hesum døgum. Álit millum fólk í Bretlandi er farið í helvt seinastu 40 árini. Tað vísir ein kanning, gjørd av akademikaranum David Halpern frá Cambridge Universitetinum. David Halpern er samstundis ráðgevi í strategisku deildini á Downing Street - ein av heilunum sum Tony Blair nýtir sum stuðul og ábending um, hvussu støðan í ríkinum er. Orsøkin til illtrúnaðin stavar sambært kanningini frá vaksandi syndring í samfelagnum: hjúnaskilnaði og upploysing í samfelag samlagnum. Kanningin er ikki einans gjørd í Bretlandi, men kring allan heimin.
Kanningin kann grundast á bretsku stjórnina, sum roynir at staðfesta, hvat ið ger fólk glað og hvussu ymiskar brotsgerðir, so sum vandalisma og onnur lógarbrot, sum hava upprunað í trivnað, kunnu beinast burtur ella minkast.
Kanningin vísir, at í 1960-unum hildu 60% av bretum, at onnur fólk sum heild vóru álítandi. Í byrjanini av 1980-unum var talið fallið til 44% og í dag er talið einans 29% og óivað fallandi. Serfrøðingar halda orsøkin til broytingarnar stava frá: meiri sosialari flyting (mobilitet), vaksandi tali av hjúnaskilnaðum, meira innflyting av fólki og ein meiri ágangandi trúgv uppá individualitet sum er vorðin ein nútíðar siðalæra. Serfrøðingar halda, at útviklingurin hevur borið við sær: minni frælsi, verri heilsu og sum heild minni gleði millum fólk.
Bretland er ikki einasta landið í hesi støðu. Í Amerika, Australia og Írlandi er støðið av misáliti eisini vaksið seinastu 20 árini. Øvut hesum enskttalandi londunum vísir kanningin, at Norðurlond hava tað hægsta støðið av áliti. Í Danmark og Svøríki, sum hava hægsta støðið í Europa, siga heili 70% av íbúgvinum, at tey hava álit á fólki. Frankaríki hevur lægsta støðið av áliti í Europa. Einans fimti hvør fraklendingur sigur seg hava álit á onnur fólk. Serfrøðingar halda, at ein orsøk til støðuna í Frankaríki kann vera nýliga stríðið um innflyting av fólki til landið.
Sambært David Halpern er tað tann vaksandi vælstandurin sum hevur misálit við sær. Við ríkidømi er einstaklingurin ikki longur bundin at øðrum fólki. Halpern vísir millum annað á, at nú á døgum nýtist familjan ikki so frægt sum at hyggja í sjónvarp saman tí hvørt húski aloftast hevur fleiri sjónvørp. Framburður í vælstandi hevur við sær, at einstaklingar hava hug til at burturgoyma seg frá umheiminum.
Serfrøðingar í almannamálum siga, at orsøkin til minkandi álitið millum fólk er fjøltáttað. Fólk eru meir upptikin í dag enn fyri 20 árum síðani, meginparturin av fólki eru einsamøll, búgva langt burtur frá familju og kenna ikki longur grannan. Nú á døgum ræðast fólk harafturat alsamt meira brotsgerðir. Vanlig fólk, sum eru lutfallsliga trygg, hoyra á hvørjum degi um brotsverk ígjøgnum fjølmiðlarnir og hetta veksur um óttan. Tað eru fá støð í Bretlandi, har børn verða loyvd út einsamøll. Nútíðarinnar arbeiðsumhvørvi førir harafturat við sær, at vit síggja fremmandafólk sum ein hóttan og ikki sum vinfólk - handilsumhvørvið í øllum heiminum er vorðið meiri glúpskt og í Bretlandi eru arbeiðssáttmálar í nógvum førum stuttfreistaðir. Mangar bretskar fyritøkur eru eisini givnar við at hava sosial tiltøk, so sum jólaborðhald og ítróttartiltøk. Fólk hava ikki longur eina persónliga ábyrgd yvir fyri arbeiðsplássinum og eru aloftast eisini sæð sum óneyðug. Tað er altíð onkur annar sum kann gera arbeiðið - maður kemur í mans stað.
Ymiskar hendingar tvey tey seinastu áratíggjuni í Bretlandi hava óivað gjørt sítt til, at álitið millum fólk er horvið. Nevnast kunnu verkføllini hjá námsarbeiðarum, meðan Margaret Thatcher var forsætisráðharri, sum styrkti sosialu stættirnir og kleyv tær enn longri frá hvør aðrari. Og fyri nøkrum árum síðani var komið fram á, at bóndur høvdu givið neytum fóður, har heilin av deyðum neytum var blandað uppí. Hetta førdi til neytaøði, og mong fólk mistu álitið á matídnaðin.
Robert Putnam, sum er professari á Harvard Universitetinum, heldur, sambært The Sunday Times, at fólk høvdu meiri álit í 1950-unum, tí at annar veraldarbardagi var ein felags uppliving fyri fólk. Hann heldur, at tað serliga eru ættarliðini eftir annan veraldarbardaga, sum hava torført við at líta á onnur. Putnam hevur skrivað bókina "Bowling Alone", sum er um vaksandi støðið av avbyrging millum fólk í Amerika 25 tey seinastu árini. Sambært Putnam eru fólk, sum hava álit á onnur, heilsusterkari. Tey liva longri, hava færri hjartatilburðir og eru í minni vanda fyri at líða av tunglyndi.
Vanliga fólkið í Bretlandi hevur ikki einans minni álit á onnur fólk í gerandisdegnum, men eisini á politikarar og stovnar. Sambært bretsku avísini The Guardian er álitið millum læknar og sjúklingar eisini minkað. Tí er avgjørt, at ein kanning skal setast í verk, sum skal hyggja at, hvussu álitið kann endurskapast. Møguliga skal læknaútbúgvingin broytast so at læknar kunnu læra at ganga um sjúklingar sum javnlík menniskju - hierarkiska hugsanin millum læknar og sjúklingar skal burtur. Hugsað verður eisini um at broyta lógina fyri at fyribyrgja sjúklingum at stevna hvørja ferð læknar gera mistøk.
Nakrir serfrøðingar tosa um, at vit hava meiri álit á fólki, sum eru sum vit sjálvi. Her verður hugsað um etniskan ymisleika og hvussu stór tann sosiala flytingin í einum landi er. Hendan hugsanin kann verða ein frágreiðing fyri, at álitið í Skandinavia er størri enn millum annað í USA og Englandi. Menniskju í Norðurlondum eru meir einsháttað. Londini í Skandinavia eru á mongum økjum eisini betur fyrireikað vælferðarsamfeløg, og tískil er stættamunurin ikki eins stórur sum í mongum øðrum londum. Minni stættamunur hevur samstundis við sær, at tað ikki finnast stórir bólkar av fólki, sum eru ónøgd við stýrið í landinum. Hugsanin her er, at felagsskapur og ein felags kensla mótvegis eini tjóð skapar samábyrgd og minkar um talið av summum brotsverkum, so sum vandalismu. Sambært álitis-kanningini er Danmark tann glaðasta tjóðin í Europa. Einki verður nevnt um Føroyar, men man tað ikki vera á sama støði sum Danmark ella kanska eru vit enn glaðari í Føroyum.
Vit liva í nýggjum tíðum og tað er ikki einans møguleikin fyri flyting av fólki um landamørk, sum broytir lyndið hjá fólki. Tøkni hevur eisini ein stóran leiklut. Tað er tøknin, sum á hvørjum degi ber søgur um ræðuligar brotsgerðir inn í stovur okkara. Mong sita avbyrgd frá umheiminum og hava samskifti við onnur um alnetið, og alnetið kann eisini vera ein av orsøkunum til, at álitið millum læknar og sjúklingar er broytt. Við alnetinum hevur almenningurin atgongd til at finna kunning um alt hugsandi. Um ein lækni gevur einum sjúklingi heilivág, sum ikki er tann heilivágurin sum sjúklingurin væntar at fáa, kann sjúklingurin sjálvur kanna málið á alnetinum, so kann hetta skapa misálit.
Um hetta illgrunasama tíðarinnar rák fer at broytast til tað betra ella tað verra, er torført at meta um. Vit kunnu bert sum rættir sjálvsnøktandi einstaklingar fegnast um enn ein ágóða við okkara norðurlendsku vælferðarklettum.