Fólk tora illa at keypa grundstykki í Klaksvík

– Men nú hevur býráðið loyst trupulleikan

Tað gongur so illa at fáa nakran at byggja hús í Klaksvík, at fólk aftra seg við at keypa grundstykki yvirhøvur.

Tá ið fólk keypa grundstykki frá kommununi, er treytin nevniliga tann, at hús skulu verða bygt á stykkið í seinasta lagi tvey ár eftir, at grundstykki er keypt. Men tað ber ikki altíð til tí tað er so ringt at fáa nakran at átaka sær slík arbeiði.

– Tvey ára freistin hevur eisini gjørt, at fólk aftra seg við at keypa eitt grundstykki frá kommununi, sigur býráðið.  

Býráðið viðgjørdi málið á býráðsfundi í kvøld og har varð samtykt at broyta treytirnar, so at fólk ikki skulu aftra seg við at keypa grundstykki av hesi orsøk. Tí hevur býráðið samtykt, at í serligum føri kann frávik gerast frá tíðarfreistini upp á tvey ár.

Sum støðan hevur verið, eru treytirnar fyri at fáa grundstykki, at keyparin bindur seg til at fara undir byggingina á grundina uttan óneyðugt drál, og í seinasta lagi 10 mánaðar eftir at grundstykkið er keypt. Tað er eisini ein treyt, at húsini skulu vera liðug í seinasta lagi tve ár eftir, at grundstykkið er keypt.

Men nú hevur býráðið samtykt, at tá ið serligar umstøður tala fyri tí, kann undantaksloyvi gevast frá reglunum, men í slíkum førum má keyparin venda sær til kommununa at søkja um at fáa longda freist.

Men samstundis hevur býráðið eisini samtykt, at vil onkur, sum hevur keypt grundstykki, lata tað inn aftur, verður tað fyri tann upprunaliga prísin. Tað merkir, at tann, sum eigur grundstykki, fær ikki endurgjald fyri møguligar byggiútreiðslur.