Fólk streyma til Creamy

Danski barnabólkurin Creamy slær øll met í Føroyum. Tær hava selt fleiri enn 2000 fløgur, og atgongumerkjasølan til konsertirnar gongur við fúkandi ferð

Í døgunum við fullveldispráti, uppriti í trúnaði og breiðum semjum hevur ein danskur barnapoppbólkur óhoyrdan undanvind í Føroyum.

Duoin, har føroyska Rannvá Joensen er ljóshærdi parturin, hevur fingið so gott tak á føroyingum, at eingin útlendskur bólkur kann samanlíknast við tær.

Creamy hevur selt fleiri enn 2000 fløgur í Føroyum, og tað klára bara tær allarfægstu føroysku útgávurnar.

Sølan av atgongumerkjum til konsertirnar hjá teimum í Føroyum hevur gingið so væl, at hendan sølan eigur ikki sín líka. Konsertin í Runavík var útseld eftir fáum døgum, og nú eru bara fá hundrað av teimum 1900 atgongumerkjunum eftir til eykakonsertina í Havn.

Útselt verður helst til báðar konsertirnar, og tí fer Creamy við sínum donsku barnasangum at savna út ímóti 4000 føroyingar á konsert vikuskifti 19. og 20. februar.

Saman við Creamy fara eisini Kular Røtur at spæla, og tey standa fyri tí meira heimliga ískoytinum á konsertunum.


Grammy til Creamy

Leygardagin fekk Creamy eina virðisløn fyri at hava gjørt bestu donsku barnafløguna í farna ári. Á stórum hátíðarhaldi í Keypmannahavn fingu Rannvá og Rebekka eina av Grammy-virðislønunum tillutaðar.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur tónleikari vinnur eina Grammy-virðisløn.

Creamy eru nógv umbidnar til konsertir í Danmark, og har savnast nógv fólk, tá tær báðar genturnar syngja.

Tað er Kappróðrarfelagið NSÍ og Kyndil, sum skipa fyri konsertunum í Føroyum, og konsertirnar fara helst at kasta okkurt oyrað av sær, hóast nógvar útreiðslur standast av konsertunum.