Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen, fyri løtu síðan, at samráðingarnar um nýggja samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvsstýrisflokkin ganga væl. Hýrurin er góður, og fólk eru positiv.
Útvarpsmaðurin, sum var á staðnum, segði eisini, at lagið tóktist vera rættiliga gott millum samráðandi partarnar. Fólk smílast og hava hug at skemta, legði hann aftrat.
- Vit hava arbeitt frá morgunstundini, og nú vit øll eru saman, merkist ein felags andi. Vit hava sett bólkar at arbeiða við ymiskum málum, og hetta arbeiði sær út til at ganga væl.
Løgmaður hevur áður sagt, at samráðingarnar ætlandi skulu verða lidnar, soleiðis at ein nýggj samgonga kann skipast týsdagin ella mikudagin í næstu viku.
- Men gongur tað betri enn so, er tað bara eitt bonus, legði Kaj Leo Johannesen aftrat í samrøðuni við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Løgmaður segði, at samráðst fer at verða aftur í morgin, helst frá umleið klokkan 10 til einaferð út á seinnapartin, og so er ætlanin at halda frí sunnudagin. Farið verður síðan til verka aftur mánamorgunin.
- Okkum vantar eitt nú ymiskar útrokningar, og málið hjá okkum er sjálvsagt, at øll skulu kenna seg trygg við tað arbeiði, sum gjørt verður - og við tað samgonguskjal, sum vit fara at orða.
Løgmaður segði tað eisini hava stóran týdning, at flokkarnir, sum verða við í samstarvinum, fara at kenna seg aftur í samgonguskjalinum.
- Allir partar skulu kenna, at hetta er nakað, tey eiga part í. Um ikki, verður neyvan nøgdsemi í samgonguni, sum verður skipað, tey næstu fýra árini, segði Kaj Leo Johannesen.