Fólk vóru kløkk av, at eg kundi skemta í mínum prædikum, men tey vandu seg við meg sum prest, sigur Henning Bøgesvang, sum nú aftur verður prestur í Føroyum Henning Bøgesvang, sum sunnudagin verður innsettur sum prestur í Sjóvar prestagjaldi, er kendur sum ein fólksligur prestur, sum tosar greitt og eisini kann skemta. Men hetta var nakað, sum fólk skuldu venja seg til, tá ið hann av fyrstan tíð kom til Føroya.
- Eg havi eitt lætt sinni, og tað var kanska ikki júst tað, sum fólk høvdu væntað, tá ið eg kom til Klaksvíkar. Eg kundi siga okkurt stuttligt í mínum prædikum, og tað skuldi fólk líka venja seg við, segði Henning Bøgesvang við Rás2 í morgun.
- Eg hevði verið sjómansprestur fýra ár frammanundan, og tá skuldi eg javnan prædika fyri fólki, sum ikki komu so ofta í kirkju. Tí vildi eg gjarna siga nakað, sum fangaði, og tá ið eg kom til Klaksvíkar at verða prestur, so kundi eg ikki lata verða við at skemta eitt sindur við hvørt. Tað vóru summi fólk kløkk av, men tey vandu seg við meg sum prest, og vit fingu tað gott saman.
Samrøðan við Henning Bøgesvang verður endursent á Rás2 klokkan 22.05 í kvøld.