Sjómannadagur
Fólk úr ymsum heraðshornum vitjaðu Klaksvíkina á sjómannadegnum.
Á bryggjuni undir setanini hittu vit eini eldri hjún úr Nólsoy, Hildibjarta (80) og Jóhonnu Joensen (75), sum vóru komin at halda dagin. Saman við teimum, var eisini systir Jóhonnu, Anna Ørvarodd (74), sum býr á Sandi.
Hin áttatiára gamli, sum í mong ár baldist á havinum, hevði glett seg ómetaliga nógv til hendan dag, og nú hann var í Klaksvík, var hann eisini heilt niðri í maskinrúminum á sluppini, Jóhonnu.
Tey seinnu árini av sjólívinum var Hildibjartur útróðrarmaður, og saman við øðrum áttu teir 20 tons stóra útróðrarbátin, Sævarenni.
Sluppin Jóhanna hevur nevniliga maskinuna, sum var umborð á Sævarenni, og nú sluppin lá við bryggju í Klaksvík saman við øðrum seglaskipum, vitjaði Hildibjartur umborð, har hann sá motorin aftur, sum í sínari tíð førdi útróðrarmenninar í Nólsoy trygt til lands eftir loknan útróðrardag.
Jú, so sanniliga var nakað til øll á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík.










