Fólk rýma úr Kollafirði

Eingi grundøkir. Valfundur í Kollafirði, størsti trupulleikin er at fólk rýma, tí tey fáa einki grundøki. Hetta kom fram frá fundarfólkinum á valfundinum, sum vit høvdu í Café Chil´l í Kollafirði, herfyri

Størsti trupulleikin fyri framburði í Kollafirði er, at har eingi grundøkir til sethúsabygging og aðar almennar og kommunala byggingar.

Hetta hevur eisini við sær, at allur vøkstur í Kollafirði stegðar upp.

Ungdómurin rýmur úr bygdini, fólk koma ikki til bygdina og nógv keypa sær grundøkir og hús í granna bygdunum.

 

Alt stegðar upp í Kollafirði

Hetta gongur ikki longur, alt stegðar upp, bæði ætlanir um bygging av td, nýggjum barnagarði, nýggjur frítíðarskúli, eldaríbúðir og ellisheim.

- Vit mugu fáa skil á hesa negativu gongd, soleiðis, at tað verður livandi aftur í Kollafirði. Vit noyðast at keypa og evt ognartaka jørð fyri, at fáa skil á óskilið, sum her valdar. Tvs. tað má bera til at bjóða jarðarmonnum og øðrum aðrar góðar avtalur. Soleiðist, at alt ikki stegðar upp.

Hetta er sjálvandi ikki bara sum at siga tað, men vit hava ein stóran trupulleika á økinum, sum má loysast beinavegin.

 

Hetta er eisini eitt landsmál

Hetta er sjálvandi eisini eitt landsmál, men í felag mugu bæði kommunalir og lands- mynduleikar síggja, at alt stegðar upp í Kollafirði. Fólk koma ikki til bygdina og fólk rýma úr Kollafirði.

Eg fari, um eg verið valdur inn, at gera mítt til, at skil koma á hesu viðurskiftu. Soleiðis, at fólkið ikki alt rýmur úr bygdini.

Vel Levi Mørk, eg stuðli tykkum øll, eisini tey sum búgva í Kollafirði.