Fólk passa væl upp á seg sjálvan

– Vit fara at fylgja væl við, hvussu tað gongur, sigur eigarin í Glitni

 

 

Fólk passa væl upp á seg sjálvi. Tað sigur Hans Andreasen, sum rekur matstovuna og skeinkistaðið, Irish Pub og Glitnir í Havn.

Skeinkistøðini fara at hava opið til klokkan tvey í nátt, men størsta ræðslan hjá læknafakligu serfrøðini er, at fólk fara at stúva seg saman á skeinkistøðum í nátt, tí tá er stórur vandi fyri, at korona-smittan kann fara at breiða seg.

Hans Andreasen heldur, at fólk duga rættiliga væl at ansa eftir sær sjálvum, tí eingin vil fáa koronu. Hann sigur, at tey hava eisini borð og stólar uttan fyri har tað eru góðar umstøður at sita, so hann vónar, at nógv brúka tann møguleikan. Annars hava tey sett borðini, so at tey eru minst ein metur frá hvørjum øðrum og harafturat heldur hann, at tað er ein fyrimunur, at høli er innrætta við smáum básum, og tað avmarkar sambandið ímillum fólk.

– Annars fylgja starvsfólkini væl við, hvussu tað gongur, og tey ætla at hava eini 100 fólk inni á hvørjari hædd, sigur hann.

Tey fara eisini at hava eftirlit við, hvussu nógv fólk er inni, men tað er sjáldan nakar trupulleiki, tí fólk koma og fara alla tíðina.

Annars fegnast hann um, at skeinkistøðini lukka klokkan tvey, tí tað er rættiliga stórur munur á, at skilið á fólki er verri klokkan fýra enn tað er klokkan tvey. Men nú tey hava lukkað klokkan tvey, hava fólk vant seg við at koma fyrr í býin og tað heldur hann er bara ein fyrimunur.