Veðrið hevur ikki víst seg frá síni bestu síðu í Gøtu í dag. Ávikavist regn og sirm hava sett veðurdagskránna inntil víðari.
Konsertirnar eru tó sum ætlaðar. Rod Sinclair úr Onglandi og Katrina Petersen hava havt hvør sína konsert á spæliplássinum. Fólk høvdu ikki latið veðrið verið til hindurs fyri at leita sær ein túr yvir at lurta. Brynjað við regnklæðum og regnskjólum var fitt av fólki savnað á spæliplássinum. Tá portalurin var framvið, spældi Marius, og eru her nakrar myndir frá konsertini.