Summarfestivalurin er skotin í gongd, og fitt av fólki er longu farið oman í Klaksvíkar miðbý, har festivalurin verður hildin. Enn er tó langt frá teimum legendarisku 10.000 fólkunum, sum vóru til Westlife fyri tveimum árum síðan. Men tað verður møguliga í annaðkvøld, tá annað írskt popnavn, Ronan Keating, skal royna at gera sínum landsmonnum kynstrið eftir og fylla Vágsbø.
Stóri pallur skuldi eftir ætlanini ikki takast í nýtslu í kvøld, men í dag komu boðini, at Frændur og Glóð skulu framføra á Stóra palli á Vágsbøi. Annars hava Føroya Tele pallurin og Flagstjaldið verið karmar um tær konsertirnar, sum hava verið í kvøld.
Fólkt tykist at hugna sær í góðveðrinum, og ganga tey aftur og fram á festivaløkinum.
Síggj nakrar myndir av fólki á Summarfestivalinum her.










