Av 872 veljarum í Nes kommunu vóru 144 á fólkaatkvøðu í dag um donsku trónarvingalógina. Stórur meiriluti var fyri, at dreingja-og gentubørn á líka føti kunnu arva trónuna 144 veljarar í Nes kommunu vóru á fólkaatkvøðu í dag um donsku trónarvingalógina. Samlaða talið av veljarum er 872, og tí gevur hetta eina valluttøku upp á tilsamans 16,5%.
120 atkvøddu fyri uppskotinum um grundlógarbroyting, sum danska fólkatingið hevur samtykt - og 23 vóru ímóti. Ein atkvøða var blonk.
Soleiðis er stórur meiriluti í Nes kommunu fyri, at dreingja-og gentubørn á líka føti kunnu arva donsku trónuna.