Fólk í Nes kommunu fegnast

- Vit fegnast um, at arbeiðið nú verður aftur á virkinum, og vit ynskja nýggja felagnum bestu eydnu framyvir, sigur Nes kommuna. Tað hevur elvt til stóra gleði á Toftum, Runavík, Vestmanna og í Vági, at virkini, sum Faroe Seafood átti á hesum plássum, nú eru keypt og væntandi lata uppaftur um ikki alt ov langa tíð.

Hesi fýra virkini eru við í avtaluni, sum trotabúgvið eftir Faroe Seafood nú hevur selt einum felag undir stovnan, sum Varðin í Gøtu, Framherji á Toftum og Samherji í Íslandi eiga.

Tað hevur eisini vakt stóra gleði millum fiskimenn, ið mannaðu teir seks trolararnar, sum fóru á húsagang í Faroe Fish II, at hesi skip eisini eru við í keypinum hjá felagnum undir stovnan.

- Vit fegnast um, at arbeiðið nú verður aftur á virkinum, og vit ynskja nýggja felagnum bestu eydnu framyvir, sigur Nes kommuna á síni heimasíðu.