Um vikuskiftið skipar Flogbóltssamband Føroya fyri dómaraskeiði, har Hans Ole Nielsen, eisini nevndur ”Hassan”, frá danska flogbóltssambandinum fer at undirvísa. Skeiðið er ætlað dómarum í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum.
Hans Ole "Hassan" Nielsen vitjaði sendingina "SportBoxin" á FM1 seinnapartin.
Hassan undirstrikar, at tað er sera týdningarmikið, at fólk, serliga áskoðarar eru jalig yvirfyri teimum sum døma, tí flogbólturin hevur brúk fyri dómarunum.
Heili 50 fólk eru á dómaraskeiðnum hjá Hassan hetta vikuskiftið. Dómaraskeiðið er í Kollafirði.
Í sambandi við dømingina leygardagin, hevur Flogbóltssambandið samlað øll 6 ungdómslandsliðini hjá gentum og dreingum til venjingar í Kollafirði, har tey fara at leika ymiskar venjingardystir, soleiðis at dómararnir fáa nakrar praktiskar royndir.









