Fólk kunnu uppfata tað so ymiskt

Sirið Stenberg kennur seg ikki aftur í ábreiðslunum frá fráfarna sjúkrahússtjóranum.

 

Sirið Stenberg kennur seg ikki aftur í ábreiðslunum frá fráfarna sjúkrahússtjóranum.

- Eg haldi meg ikki hava upplivað nakað vánaligt samskifti. Eg vil takka Jóanis Erik Køtlum fyri eitt gott samstarv, men soleiðis kunnu fólk uppliva tað so ymiskt. Eg haldi so, at hann hevur gjørt eitt gott arbeiði, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum við FM1.

 

Hon sigur, at fólk hava onga orsøk at óttast, hóast allir tríggir sjúkrahússtjórarnir nú hava sagt seg úr starvi.

- Sjúkrahúsverkið er í góðum honum, men mugu finna eina góða leiðslu at føra tað víðari. Vit fara at søkja beinanvegin, men til ta tíð kunnu fólk sjálvandi kenna seg trygg, sigur hon.

 

Hon vísir á, at hóast sjúkrahúsverkið hevur fingið eina størri og størri játtan hvørt ár, so er arbeiðsbyrðan eisini nógv vaksin, tí íbúgvaratalið økist og aldurin hækkar.

- Vit gerast fleiri og fleiri og eldri og eldri, og leggur hetta eitt stórt trýst á tænasturnar. Tí er starvið sum sjúkrahússtjóri eitt stórt og trupult starv, sigur hon.