Í gjár var telefonstormur á politistøðini í Havn, tí misnøgd fólk ringdu at gremja seg um, at tey høvdu fingið parkeringsbót í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Portugal mánakvøldið.
Sosialurin skrivar, at 57 bilførarar fingu parkeringsbót, tí tey parkeraðu ólógliga í sambandi við landsdystin.
Fólk hava eitt nú funnist at, at tey hava parkerað á sama staði, sum tey plaga at parkera á, tá ið fótbóltsdystir annars eru í Gundadali.
- Eg kann vátta, at her hevur næstan verið telefonstormur. Her hava rættiliga nógv fólk ringt inn, sum fingu bót mánakvøldið, og tey hava gjørt vart við sína misnøgd, sigur John Kruse, vaktleiðari á politistøðini, við Sosialin.
Tær 57 parkeringsbøturnar, sum blivu skrivaðar við Tórsvøll mánakvøldið, blivu í høvuðsheitinum skrivaðar við Hoydalsvegin og við Gundadalsvegin.









