Tá ið føroyingar, sum heild, fara til kommunulækna, er tað allar oftast um dagin, tá ið vanlig viðtala er. Tað vísir ein uppgerð há hagstovuni yvir, hvussu vit brúka kommunulæknarnar og læknavaktina um kvøldið og um náttina.
Uppgerðin vísir, at sum heild er nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, ella til 93 prosent, um dagin, tað vil siga, frá mánadegi til fríggjadag, ímillum klokkan 8 og 16 um dagin.
Annars eru 3,5 prosent av viðtalunum um kvøldið og 3,5 prosent eru um náttina og um vikuskiftini.
Men tað er munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu økjunum í Føroyum.
Eitt, sum loypur í eyguni, er støðan í Suðurstremoy, har tað bara eru 88 prosent av viðtalunum, sum eru í vanligari viðtalutíð um dagin og 12 prosent av viðtalunum eru um kvøldarnar og um næturnar.
Hagstovan metir, at ein orsøk til hetta kann vera, at tað hava manglað kommunulæknar í Havn - og samstundis er tað lættari at sleppa til læknavaktina í Havn enn tað er aðrastaðni í landinum. Av tí sama hava tey brúkt læknavaktina í staðin fyri vanligan kommunulækna, tí tey vita í hvussu so er, at tá tey sleppa til lækna.
Í Norðoyggjum og í Suðuroy eru 98 - 99 prosent av viðtalunum í vanligari viðtalutíð og bara 1 - 2 prosent av viðtalunum eru um kvøldarnar og um næturnar.