Fólk í hópatali fara at rýma úr Føroyum

Nýggi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi, vil hava fleiri hundrað milliónir krónur afturat til útbúgvingar, annars ivast hann ikki í, at vit fáa eina

risa fólkafráflyting av ungum fólki úr Føroyum hesi næstu árini. Tað sigur hann við Portalin.

Og hann leggur afturat, at tí verðar útbúgvingar eitt av teimum heilt stóru málinum hjá Sjálvstýrisflokkinum hesi næstu árini.

Hann vísir á, at í ár eru fleiri hundrað næminarnir fleiri tiknir inn á miðnámsskúlarnar, enn vanligt.

- Men hava vit ikki bæði hægri bóklig og verklig útbúgvingartilboð til tey, tá ið tey verða liðug, fara tey øll av landinum, tí tey hava onki annað val.

- Avleiðingin verður ein hópútflyting av teimum dugnaligastu fólkunum, vit eiga ? og tey flestu koma ikki aftur.

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er sannførdur, at avleiðingin verður, at vit ikki fara at síggja ein fólkavøkstur í Førioyum hesi næstu árini, men heldur fer fólkatalið at minka.

-Tað er ein stórur sorgarleikur, at so nógvir politikarar halda, at tað er tað bíligasta bara at senda ungfólk av landinum at lesa, sigur Kári á Rógvi.

- Men vit fáa alt ov fá av teimum aftur til Føroya. Og nógv av teimum, sum koma, hava ikki eina útbúgving, sum er nóg viðkomandi fyri føroyska samfelagið.

Hann sigur, at skal tað eydnast okkum at varðveita ein stóran part av okkara ungdómi í landinum, verður tað neyðugt, at vit í minsta lagi geva teimum ein part av útbúgvingini her í Føroyum. Og tað er eisini neyðugt, at vit geva teimum útbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri føroyska samfelagið.

Bara soleiðis fáa vit skapt tann búskaparvøkstur, sum er ein fortreyt fyri allari menning.

Kári á Rógvi sigur, at hetta verður grundarlagið undir samráðingunum hjá Sjálvstýrisflokkinum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2011 og tey næstu árini.

Men flokkurin fer eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.

Hann er greiður yvir, at hetta kostar hundraðtals milliónir.

Men hann er sannførdur um, at ovurstórar íløgur í útbúgvingar, eru ein fortreyt fyri menning og vøkstri, meðan íløgur í asfalt og betong mest hava til endamáls at gera tað eitt sindur lættari, tí samferðslukervið er rættiliga væl útbygt.

- Men vøksturin skal koma frá útbúgving og tað verður tann vøksturin, sum skal til at byggja samferðslukervið meiri út.