Ta seinastu tíðina – seinnu helvt av 2006 og fyrra hálvár í 2007 – hevur nógv fokus verið á, at tað sum heild gongur betur í Suðuroy. Tað er sjálvsagt eisini sera positivt, at tað er meira virksemi í landinum sum heild – eisini í Suðuroy. Í mun til støðuna á vári 2005, har arbeiðsloysið í Suðuroy var høgt, so er tað eisini at gleðast um, at tað í Suðuroy í dag er at kalla onki arbeiðsloysi. Men hóast tað búskaparliga hevur gingið væl tað seinasta árið, um samanborið verður við undanfarin ár, so bøtir hetta tó ikki um tann veruleikan, at Suðuroyggin anno 2007 hevur álvarligar demografiskar trupulleikar.
Demografiskar broytingar henda spakuliga, hetta hevur (sum víst í hesum arbeiðsritinum) eisini verið støðan í Suðuroy, har gongdin í fólkatalinum og samansetingin í mun til aldur og kyn hevur gingið skeiva vegin í langa tíð. Við tað at broytingarnar henda spakuliga og yvir langa tíð, so verður ofta ikki gáað eftir demografisku broytingunum– og av somu orsøk verða trupulleikarnir oftani ikki tiknir upp, fyrr enn “skaðin er vorðin heilt stórur”. Hetta er eisini støðan í Suðuroy í dag.
Lægri vøkstur enn í Føroyum sum heild í fleiri enn 80 ár
Tá gongdin í fólkatalinum í Suðuroy verður samanborin við gongdina í fólkatalinum í Føroyum, kann eisini staðfestast, at síðan 1921 hevur árligi vøksturin í fólkatalinum í Suðuroy (við undantak av tveimum árum) ongantíð verið á sama støði sum í Føroyum. við øðrum orðum er fólkatalið í Suðuroy, í lutfalli av fólkatalinum í Føroyum, minkað hvørt ár síðan 1921, við undantaki av tveimum árum.
Minking í fólkatalinum í 42 av teimum seinastu 56 árunum
Ein onnur staðfesting, sum kann gerast, tá hugt verður eftir gongdini í fólkatalinum í eitt longri tíðarskeið er: Síðan 1950 hava tað bert í 14 ár verið talan um ein árligan vøkstur í fólkatalinum í Suðuroy. Við øðrum orðum hevur fólkatalið í Suðuroy verið fyri eini árligari minking í 42 av teimum seinastu 56 árunum.
Ein familja flutt úr Suðuroy hvønn mánað í 20 ár
Minkandi fólkatalið stendst millum annað av stórari fráflyting úr Suðuroy. Tilsamans eru 1.020 fólk flutt úr Suðuroy í árunum 1985 til 2006. Umroknað til mánaðir, er talan um umleið 4 fólk í miðal um mánaðin, svarandi til at “ein familja” er flutt úr Suðuroy hvønn mánað í fleiri enn 20 ár
Manglandi burðaravlop
Ein onnur orsøk til skeivu gongdina í fólkatalinum í Suðuroy er “manglandi” burðaravlop (fødd – deyð = burðaravlop). Um árini 1990 til 2006 verða tikin undir einum, so hevur burðaravlopið í Suðuroy í hesum tíðarskeiðinum verið 5. Til samanberingar kann nevnast, at í Norðoya sýslu (har tað búgva umleið 6.000 fólk, t.v.s. umleið 1.000 fólk fleiri enn í Suðuroy) var burðaravlopið í sama tíðarskeiði 646, ella 130 ferðir so stórt sum í Suðuroy.
Stór minking í yngru aldursbólkunum
Hendan gongdin hevur sjálvsagt havt stóra ávirkan á samansetingina á aldur og kyn, við lutfalsligari minking í yngru aldursbólkunum, meðan teir eldri aldursbólkarnir eru blivnir lutfalsliga størri.
Fólkatalið í Suðuroy er minkað við 16,0% í tíðarskeiðinum frá 1985 til 2007. Í sama tíðarskeiði er aldursbólkurin av teimum, sum eru yngri enn 20 ár minkaður við 31,5%, býtt á kyn er minkingin størri hjá kvinnunum (32,7%) enn monnunum (30,3%). Samanborið við gongdina í landinum sum heild er talan um eina munandi størri minking í Suðuroy enn í Føroyum sum heild.
Eisini aldursbólkarnir frá 20-39 ár eru minkaðir nógv, við tilsamans 24,8% í árunum 1985 til 2007. Minkingin í talinum av kvinnum er tó munandi størri enn minkingin í talinum av monnum. Talið av kvinnum í aldursbólkinum 20-39 ár er minkað við 31,4%, meðan minkingin hjá monnum er 19,2%. Minkingin í Suðuroy er eisini í hesum aldursbólkinum væl størri enn í Føroyum sum heild.
Við øðrum orðum er talan um stóra minking í teimum yngstu aldursbólkunum. Og er orsøkin til, at tað í fyrsta lagi serliga eru ung fólk, sum eru flutt úr Suðuroy í árunum 1985 til 2007, og hartil eru lutfalsliga fá børn fødd í tíðarskeiðinum, m.a. tí at talið av kvinnum í burðarførum aldri er nógv minkað.
Trupulleikarnir mugu takast í størri álvara
Við minkingini í talinum av kvinnum í burðarførum aldri og við einum eftir øllum at døma hækkandi deyðstíttleika, so er tað væntandi, at innan eitt ávíst áramál (5-10 ár) verður árliga burðaravlopið í Suðuroy negativt við 25-50. Og við einum mynstri við fráflyting, sum í fleiri enn 20 ár hevur verið umleið 50 fólk í miðal um árið, so skulu stórar broytingar til, fyri at gongdin í fólkatalinum í Suðuroy skal byrja at ganga rætta vegin. Demografisku trupulleikarnir mugu takast í álvara, um ikki trupulleikarnir skulu gerast alsamt størri í komandi arum skrivar Dennis Holm.
Demografisk lýsing av Suðuroy 2007
Granskingardepilin fyri Økismenning hevur givið út Arbeiðsrit við heitinum “Demografisk lýsing av Suðuroy 2007”. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur hevur skrivað arbeiðsritið.