Flogferðsla
flogvøllurin:Føroyinar hava góðan hug at ferðast, vísa hagtølini hjá flogvøllinum í Vágum. Vøksturin í apríl var meira enn ein fimting í mun til sama mánað í fjør.
Jákup Persson, varaleiðari hjá Statens Luftfartsvæsen á flogvøllinum í Vágum, sigur, at tað sjálvandi hevur spælt inn, at bæði páskirnar og fiskivinnustevnan vóru í apríl. Men tað er ikki øll frágreiðingin, sigur hann. Tað ferðaðust veruliga nógv meira fólk í aðrar mátar, enn somu tíð í fjør.
Hann vísir á, at rutur sum Ísland og Skotland hava havt vøkstur, og metir hann tað vera orsakað av teimum tilboðum, sum flogfeløgini javnan hava.
Eitt nú feðast væl av fólki til Aberdeen, vísir hann á og nevnir í tí sambandinum, at fyri stuttum fór væl av fólki til eina konsert, sum vera skuldi onkunstaðni í grannalagnum har niðri.
Eisini er tann nógv umrødda konsertin hjá Paul McCartney í Danmark, og hann hevur drigið nógvar føroyingar um flogvøllin, sigur Jákup Persson.
Samlaði vøksturin í ár hevur verið 4,8 prosent, og tað er mest vanlig ferðafólk, sum bera tann vøksturin, sigur hann.
Tiltøk sum fótbóltslandsdystir plaga at merkja eitt útslag í hagtølunum, men enn hevur eingin slíkur verið í ár. Tveir dystir hava verið móti Kasakstan, men har var ikki tað stóra av ákoðarum, sum kom við, so tað síggja tey ikki aftur á flogvøllinum.
At tað ferðast nógv fólk við flogførunum, merkir eisini, at nógv fólk kemur og fer um terminalin, sum ikki skal við flogfarinum kortini. Hetta eru fólk, sum koma at taka í móti fólki og siga farvæl.
Hesi koma vanliga við egnum bili, og tað sæst væl aftur uttanfyri, sigur Jákup Persoon.
?Summar dagar er rættiligur hurlivasi við parkeringini, tá flogførini koma og fara, sigur hann. Hinvegin er ikki so galið við bilum, sum standa í longri tíð. Teir vísa seg at vera færri, enn fryktast kundi fyri.
Men einki røkist fyri, at parkeringsviðurskiftini fara at betrast, vísir Jákup Persson á. Hann sipar til fyrispurnignin hjá Marusi Dam í løgtinginum, har hann frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, fekk at vita, at pengar ikki eru settir av til at gera nakað parkeringspláss, sum er.
Men teir ætla at hjálpa upp á tað við at seta parkeringsvørð, sum skal ansa efir, at bilarnir ikki standa ov leingi, varð upplýst í tinginum.









