Fólk fara at flyta úr Havn

- Fólk fara at flyta úr Havn, tí tað er og verður munandi bíligari at búseta seg við Skálafjørðin, og tað verður skjótt at koyra ímillum, sigur Annfinnur Garðalíð sum býr á Skála.

Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14?

 

- Kenslan er avbera góð, tí nú kunnu vit síggja fram til eina styttri og skjótari farleið millum plássini, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sum býr á Skála.

 

Hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at fáa fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar?

 

- Nú verður ikki neyðugt at koyra fisk óneyðugt, sum skal útflytast við skipi. Dreymurin hjá havnarfólki at koma inn á Skálafjørðin upp á fáar minuttir - at uppliva ríka handilslívið - verður eisini veruleiki.

 

Spurdur, um hann metir, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin, sigur Annfinnur Garðalíð, at tey á Skálafjørðinum longu nú merkja, at eftirspurningurin er stórur, og at tilflytingin longu er byrjað.

 

Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?

 

- Fólk fara at flyta úr Havn, tí tað er og verður munandi bíligari at búseta seg við Skálafjørðin, og tað verður stutt og skjótt at koyra millum Havnina og Skálafjørðin, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.