Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Løgreglan sigur annars, at tað var heilt nógv fólk í býnum í gjárkvøldið. Men skeinkistøðini lukkaðu á midnátt og løgreglan sigur, at tað var longu stutt eftir midnátt, at at øll vóru farin til húsar og at gøturnar vóru manntómar.
Annars er almenna korona-tilmælið frá myndugleikunum, at skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22, men tey høvdu avtalað at hava opið til á midnátt og tað hildu tey.
Annars fekk ein bilførari bót í gjár fyri at koyra 66 kilometrar um tíman í Gøtu, har tað annar er loyvt at koyra 50, og í Sandoynni er ein bilførari skuldsettur fyri at koyra við kenning í gjárkvøldið.