Borgarstjórar í norðurøkinum hava heitt á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at umskipa læknatænastuna, so hon eisini umfatar Klaksvíkar sjúkrahús.
Borgarstjórarnir siga, at tað ov ofta er komið fyri, at norðoyingar og eysturoyingar hava upplivað eina verri tænastu, tí eingin vakttænasta er í økinum norðanfyri, hóast tað er skjótari vegur til Klaksvíkar fyri ein triðing av fólkinum.
Síðstu tíðina er eisini komið fleiri ferðir fyri, at fólk ikki hava fingið svar, tá tey hava ringt til Læknatænastuna á 1870, men bara hava fingið ein telefonsvarara í oyrað, men annars ikki eru komin ígjøgnum.
Sirið Stenberg segði í løgtinginum í gjár, at hon skilti væl støðuna og at hon vildi arbeiða víðari við tí.
Hoyr samrøðu við Jógvan Skorheim við at trýsta á pílin undir myndina.