Fólk eta færri ferðir frukt

Føroyingar eru ikki so raskir at eta frukt, sum teir hava verið

47 prosent av føroyingum eta frukt fýra ferðir um vikuna ella oftari.

Tað vísir nýggja heilsukanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið. 

Hetta tal er tað lægsta, sum er skrásett, síðani árligu kanningarnar byrjaðu í 2003. 

Fyri 10 árum síðani søgdu tveir av trimum føroyingum, at teir ótu frukt fýra ferðir um vikuna ella oftari. Nú er tað minni enn annarhvør, sum sigur seg gera tað.

Tølini úr heilsukanningunum vísa, at seinastu árini hevur gongdin verið, at færri fólk eta frukt fýra ferðir um vikuna ella oftari. Í 2009 var talið 65 prosent, men síðani er tað støðugt lækkað og er nú komið niður á 47 prosent.