Fólk eru fegin um loysnina

- Vit hava gingið og bíðað í fleiri mánaðir uttan at vitað, hvat fór at henda. Í ringasta føri kundi tað hent, at alt virksemið steðgaði upp, meðan roynt varð at finna eina loysn. Nú viðurskiftini eftir øllum at døma eru komin í eina tryggari legu, sum gevur fyritøkuni nýggjar møguleikar og størri fíggjarligt rásarúm, eru vit ógvuliga fegin, sigur Harry Johannesen, sum starvast hjá Faroe Seafood á Toftum

Fiskavirking

 

Harry Johannesen sigur, at fólk, sum eru í starvi hjá Faroe Seafood, í langa tíð ikki hava vitað, hvat fór at henda við teirra arbeiðsplássi.

- Vit hava snøgt sagt ikki vitað, um vit eru keypt ella seld. Eingin fiskur er keyptur uttan veiðan hjá skipunum, sum hava tilknýti til felagið. Her hevur verið lítið fiskaarbeiði og fólk, sum hava vitað sær okkurt annað, eru farin – eisini fólk, sum í nógv ár hava arbeitt á fiskavirkinum.

Faroe Seafood á Toftum er saltfiskavirki burtur av, sum eitt nú virkar tosk og longu, og tá felagið ikki hevur keypt fisk frá øðrum skipum enn sínum egnu, hevur grundarlagið undir teirri framleiðslu, sum verið hevur, verið hjáveiða hjá trolarunum.

- Tey, sum skera, salta og pakka, hava havt ógvuliga lítið at gera, og í langa tíð hevur talan bert verið um ein og tveir dagar um vikuna.

Harry, sum sjálvur koyrir truck á virkinum, hevur tó havt eitt hampiligt tímatal – eisini í hesi tíðini, nú lítið og einki virksemi hevur verið.

- Tá alt var, sum tað plagdi, vóru vit eini 50 fólk á virkinum tilsamans. Men nú í langa tíð hevur verið rættiliga tómligt á kaffistovuni í matarsteðgum. Tá arbeiði hevur verið, hava vit kanska verið eini 15 fólk.

Hann sigur, at tá so lítið fiskaarbeiði hevur verið, hevur leiðslan brúkt tey somu fólkini til ymiskar uppgávur, eitt nú skering, salting og pakking, og tí hevur samlaða talið av arbeiðsfólki verið so lítið.

 

Merkt støðuna

- Jú, vit hava væl og virðiliga merkt, at fíggjarliga støðan hevur verið alt annað enn góð hjá felagnum í hesi tíðini. Hetta hevur verið ein trupul tíð við stórari óvissu um framtíðina. Vit hava einki fingið at vita, og tí hava gitingarnar eisini verið nógvar. Øll hava gingið og bíðað og vónað.

Harry sigur, at tað var klokkan hálvum tíggju í gjáramorgunin, at arbeiðsfólkið á Faroe Seafood á Toftum fekk kunningina, sum tey so leingi hava bíðað eftir.

- Tað var stjórin hjá okkum, sum eisini er stjóri á virkinum í Saltangará, Erland Johansen, sum kunnaði okkum um framtíðina. Fólk vóru fegin, og síðan kunningina í gjár hevur lagið á fólki verið gott.

Hann sigur, at í ringasta føri stúrdu fólk fyri, at alt virksemið hjá felagnum fór at steðga upp, meðan roynt varð at finna eina loysn.

- Men nú viðurskiftini eftir øllum at døma eru fingin í eina tryggari legu, sum gevur fyritøkuni nýggjar møguleikar og størri fíggjarligt rásarúm, eru vit ógvuliga fegin.

 

Kostað pening

Harry sigur seg væl skilja, at tað má hava kostað felagnum dýrt, at fíggjarligu karmarnir hava verið so trongir í langa tíð.

- Tú kanst ikki fáa lønandi virksemi við at skera fisk í nakrar heilt fáar tímar um vikuna og síðan brúka nógvan pening upp á at vaska alt virkið aftur um náttina. Í aðrar mátar hevur eitt virkið, sum lítlan og ongan fisk keypir og framleiðir, heldur einki at selja, og tá hevur tú einki berandi grundarlag. Tá má tað ganga eftir reyv, sum hann tekur til.

Harry fegnast um, at loysnin, sum eigarar saman við kredittorum nú eru komnir fram til, longu hevur víst seg at gera mun.

- Vit fingu nógvan fisk í gjár, serliga línufisk undan Íslandi. Nógv var at skera, men í dag hava vit so bara tað eftir, sum leyp av frá degnum í gjár. Eg veit ikki, hvat er á marknaðinum í morgun, men nú vóna vit í hvussu er, at arbeiðsdagarnir í framleiðsluni verða nógv fleiri, enn teir hava verið á virkinum seinastu mánaðirnar.

Hann sigur, at tað er long tíð síðan, at Faroe Seafood keypti nakrar serligar nøgdir av fiski til saltfiskavirkið á Toftum frá øðrum skipum enn sínum egnu.

- Nú er so gongd komin á aftur, og vit vóna øll, at hetta fer at halda fram, leggur hann aftrat.

 

Fleiri eru rýmd

Nógv hevur verið frammi um, at fiskavirkjunum vantar fólk í framleiðsluni, men soleiðis hevur ikki verið á saltfiskavirkinum hjá Faroe Seafood á Toftum.

- Vit hoyra viðhvørt, at fólk tíma ikki at arbeiða á fiskavirki, men her hjá okkum er tað so, at fólk hava ikki ráð at arbeiða á fiskavirkinum, tí tímarnir hava verið so fáir. Eingin, sum hevur hús, heim og lánsskyldur kann klára seg við tí, sum hevur verið á okkara virki í longri tíð, nú olja og at kalla øll vøra eru so nógv dýrkað.

Harry sigur, at fleiri fólk, sum leingi hava arbeitt í fiskavirkisvinnuni, hava funnið sær annað arbeiði.

- Hetta ger, at okkum kemur at vanta fólk, nú felagið aftur fer at keypa fisk í størri nøgdum til virkingar á Toftum. Vit hava havt nøkur fólk av virkinum í Saltangará úti á Toftum, tá fiskur hevur verið, men har inni á upsavirkinum vantar teimum eisini fólk.

Hann heldur, at einasta gongda leiðin fyri at fáa fólk at støðast og trívast er, at fólk aftur kunnu hava eitt rímiliga trygt livibreyð á virkinum.

- Tað er so skjótt, at alt kemur í eina “ónda” ringrás sum ger, at arbeiðsfólk vanta á summum virkjum, samstundis sum tørvur er á fólki á øðrum virkjum hjá samtakinum, sigur hann.

 

Tryggari framtíð

Nú ein loysn er fingin á fíggjarligu viðurskiftunum hjá samtakinum, vónar Harry Johannesen, at nevnd og leiðsla veruliga fara at hava fingurin á pulsinum, so loysnin kann gerast varandi og tryggja framtíðina hjá fyritøkuni og teimum fólkum, sum eru grundarlagið undir virkseminum.