Fólk eru fangað á fiskavirkjunum

Arbeiðsfólk á fiskavirkjunum eru á nógvan hátt fangaði í skipanini, tí tey verða ikki søgd úr starvi, hóast einki arbeiði er í mánaðir.

Tá ið fiskavirkir ikki arbeiða vegna rávørutrot ella líknandi viðurskifti, ber til at fáa útgjald úr Fiskavirkisskipanini í 8 vikur út í eitt. Eftir 8 vikur fer persónurin úr skipanini og kann fáa úr ALS um viðkomandi er sagdur úr starvi. Hetta sigur samtakið Samtak, sum umboðar føroysk arbeiðarafeløg.

- Er eitt arbeiðsfólk ikki uppsagt á sínum arbeiðsplássi, so ber ikki til at fáa nakað útgjald úr ALS, hóast viðkomandi einki arbeiði hevur. Til ber sjálvandi at siga seg úr starvi og melda seg inn í ALS, men tá fer arbeiðsfólki í karantenu í 4 vikur, sigur Samtak á heimasíðu sínari.

Arbeiðarafeløgini siga seg fleiri ferðir hava gjørt vart við henda trupulleika, og spurningurin er, hvat gerast skal framyvir. Tað hevur higartil ikki eydnast at fáa inn í sáttmálan, at arbeiðsgevarar hava skyldu at siga fólk úr starvi, um arbeiði ikki er í longri tíðarskeið.

- Høvuðstrupulleikin við at fáa arbeiðsgevarar at siga fólki úr starvi vegna vantandi arbeiði er, at løn skal rindast í uppsagnartíðini. Hetta vilja ávisir arbeiðsgevarar ikki, tí eru starvsfólkini fangaði. Arbeiðarafeløgini arbeiða við at loysa henda trupulleika og heita á fólk at skifta arbeiði, sum koma út fyri slíkum.