Fólk deyð í risaeldi í London

Háhús í London hava staðið í ljósum loga alla nátt - fleiri fólk eru deyð

Nakað eftir midnátt í gjárkvøldið kyknaði eldur í Grenfell Tower í vestara parti av London. Bygningurin er í 27 hæddum. Líkt var til, at eldurin byrjaði á einari av niðaru hæddunum og spjaddi seg til allan bygningin.

Fólk búgva í Grenfell Tower, og myndugleikarnir hava boðað frá, at fólk eru deyð í eldsbrunanum, men teir hava ikki nevnt tøl enn. Nógv fólk eru eisini koyrd á sjúkrahús við roykeitran.

Fleiri hundað brandfólk og onnur hava stríðst við at fáa tamarhald á eldinum, men framvegis brennir. Vandi hevur verið fyri, at bygningurin kundi rapa, og tí vildi átaksleiðslan ikki seta brandmenn inn í bygningin at leita eftir fólki, sum ikki vóru sloppin út.

- Í mínum 29 árum sum brandmaður havi eg ikki upplivað nakað líknandi. Eg eri sera hamur um at muga boða frá, at fleiri fólk eru deyð í eldsbrunanum. Í løtuni kann eg ikki siga nakað tal , tí bygningurin er so stórur, sigur Dany Cotton, sum er sløkkiliðsinspektørur í London, við The Guardian. 

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í bygningin.