Fólk bóðu meg skriva meira

Sólrún Michelsen hevur skrivað framhald av væl umtóktari skaldsøgu

Sólrún Michelsen hevur latið úr hondum nýggja skaldsøgu, sum er framhald av væl umtóktari bók, ið kom út í fjør. »Ein annar er gull« er heitið á nýggju skaldsøguni, sum tekur við, har »Ein táttur er silvur« endar.

– Eg ætlaði bert at skriva eina bók. Hana skrivaði eg til skaldsøgukappingina hjá bókhandlarunum, tí eg helt, at rætta løtan var komin at skriva hana. Eg fekk nógvar positivar afturmeldingar, og nógv vóru fegin um, at eg skrivaði um gomlu tíðina úr einum kvinnusjónarhorni. Oftast hava tað verið menn, sum hava skrivað um menn – um hetjur á sjógvi og landi – og tað er í lagi. Eg haldi tó, at kvinnurnar eru eisini hetjur á sín hátt, og tær hava eina áhugaverda søgu at siga, sigur Sólrún Michelsen við Vikuskiftis-Sosialin.

– Summi søgdu við meg, at eg kundi ikki bara skriva eina bók og lata hana enda soleiðis, sum eg gjørdi. Tey vóru áhugað at lesa meira um fólkini og vita, hvat síðan hendi, sigur hon.

Sólrún Michelsen hevur síðani níti árini skrivað bøkur og søgur av ymiskum slagi – alt frá barnabókum og stuttsøgum til yrkingar og skaldsøgur.

– Eg arbeiði bert við við einari bók í senn, og tá ið eg eri liðug við hana og havi avleverað handritið, eri eg púra tóm. Tá er eingin bókstavur eftir í høvdinum. Men eg veit eisini, at tá ið ein tíð er fráliðin, kemur íblásturin aftur, og soleiðis verður tað helst eisini hesaferð, sigur Sólrún Michelsen.

Longri samrøða kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.