Fólk bíðaðu til fánýtis eftir bussinum

Í sambandi við at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum er eitt sindur umskipað millum jól og nýggjar, bleiv ein ruta úr Fuglafirði mánamorgunin gloymd, so at fólk stóðu og bíðaðu til fánýtis

Trongu fíggjarkarmarnir hjá mongum almennnum stovnum gera, at nú árið er við at fara aftur um bak, noyðast nógvir av hesum stovnum at spara fyri at halda seg innan fyri játtanina. Eisini Bygdaleiðir hava fingið boð um at spara, og tískil bleiv ferðaætlanin nakað skerd millum jól og nýggjár.


Rutan bleiv gloymd

Í gjáramorgunin klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum átta, skuldi ein bussur farið úr Fuglafirði. Nakað av ferðafólki stóð og bíðaði eftir bussinum, men hann kom bara ikki fram. Okkurt ferðafólkið skuldi náa flogrutuna og byrjaði at blíva eitt sindur heitur um skallan. Tíbetur eydnaðist tað hesum ferðafólkinum at fáa privat fart til Gøtudal, har hann slapp við leið 400, sum kom úr Leirvík.

Av skrivstovuni hjá Bygdaleiðum frætta vit, at av misgávum var rutan úr Fuglafirði gloymd, tá ið serliga ferðaætlanin fyri tíðarskeiðið millum jól og nýggjár bleiv løgd. Hetta harmast tey sjálvsagt um, men hjá Bygdaleiðum hava tey ikki frætt um stórvegis trupulleikar, ið hava stungið seg upp av hesum. Væntandi skuldi hendan rutan verið komin upp á pláss, so at hon koyrir aftur frá í morgun av, frætta vit hjá Bygdaleiðum.

At tað ikki stóðust nakrir trupulleikar av hesum, var einans av tilvild. Tí hevði ferðafólkið, sum skuldi vestur í Vágar, ikki fingið fart til Gøtudal, er ógvuliga óvist, um hann hevði megnað at komið rættstundis á flogvøllin, so at hann slapp við flogfarinum.