Fólk av ferðamannaskipum sleppa ikki í land

Kommunan í Bergen upplýsir, at fólk við ferðamannaskipum sleppa ikki í land í Bergen. Ætlaða talið av ferðafólki við ferðamannaskipum, sum skulu koma til Bergens í ár, er annars 700.000.

 

 

Umleið 700.000 fólk eru væntandi til Bergens við ferðamannaskipum í ár, men nú hevur kommunan gjørt av, at ferðafólkini sleppa ikki í land. Tað verður upplýst í tíðindaskrivi, sum Bergens kommuna hevur sent út seinnapartin í dag, og tað er eitt nú norska kringvarpið, sum ber tíðindini.

Tað er óttin fyri corona-smittu sum ger, at kommunan hevur tikið hetta víðgongda stig.

- Vit gera hetta sum eitt av mongum tiltøkum at avmarka trongsulin í býnum og í royndini av avmarka corona-smittu. Vit gera hetta eisini fyri at tryggja, at ferðafólk ikki skulu vera í vanda fyri at verða smittað í býnum.

Tað sigur kommunustjórin hjá Bergens kommunu, Robert Rastad. Sambært havnini í Bergen er væntandi, at umleið 700.000 fólk koma við ferðamannaskipum til Bergens í ár - við tilsamans 353 vitjanum av ferðamannaskipum.

Í tíðindaskrivinum hjá Bergens kommunu verður sagt, at ferðamannaskip saktans kunnu koma til bryggju í Bergen at taka proviant, men ferðafólkini sleppa ikki í land. Eitt ferðamannaskip kemur til Bergens í morgin, 12. mars, og lagt verður aftrat, at reiðaríið er kunnað um avgerðina hjá kommununi.

##med2##