ÍF hevur leigað Milan Svojic úr Víkingi. 33 ára gamli serbin kom til Víking undan hesum kappingarárinum, men hevur ikki vunnið sær fast pláss á liðnum. Nú hava ÍF og Víkingur gjørt avtalu um, at hann verður útleigaður til ÍF restina av árinum, váttar Hans Jørgen Djurhuus, venjari hjá ÍF.
- Hann skrivar undir í morgin áðrenn venjing. Vit leiga hann restina av árinum. Milan Svojic er framrættaður miðvallari. Vit vóna at fáa ein spælara, sum kann halda upp á bóltin og skapa nakað frameftir, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
##med2##
Milan Svojic hevur spælt um 200 dystir í Grikkalandi, Serbia og Kýpros. Hann kom til Víking í vetur, men hevur ikki megnað at vunnið sær fast pláss. Sum skilst, so er hann meiri framrættaður enn tey væntaðu í Víkingi og har Sølvi Vatnhamar longu.
ÍF liggur í løtuni á aftasta plássi saman við AB. Bæði liðini hava fýra stig. Komandi dystur hjá ÍF verður móti TB.