ÍF legði bragdliga fyri

Fuglfirðingar løgdu bragdliga fyri í fyrstu royndini, eftir at teir í fjør noyddust niður úr Formula deildini. ÍF vann á heimavølli 4-1 á HB, sum var mannað við sera ungum fólki. Nógv teir flestu havnarmenninir vóru undir 20 ár.

Nenad Saric legði ÍF framum eftir stórt korter, og tíggju minuttir undan steðginum økti Atli Petersen um munin. Tjúgu minuttir fyri leiklok var tað Bartal Eliasen, sum hesa ferð var í álopinum, sum økti til 3-0, og lítla løtu seinni økti Jan Ellingsgaard um munin til 4-0. Sjey minuttir fyri leiklok varð brotsspark dømt til HB. Tað umsetti Bárður Mittelstein til mál og harvið úrslitið 4-1 til ÍF.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki vísti dómarin Jarleivi Hansen av vøllinum, tí hesin hevði hevnt seg.