UMMÆLI
Kusa, Vagina, klovin, kunta, sprellið eru bert nøkur av teimum nøvnum, sum stóra miðpunktið í sjónleikinum Ginu søgur hevur. Sigur tú tey nóg ofta, hevur tú eisini fingið tað mesta av leikinum við, men langt frá alt. Vagina monologues skuldi annars verið rættiliga greitt. Hetta var leikurin, sum framprovekerandi hevur fingið miðlar og onnur at hugsa um og taka upp eitt av teimum sokallaðu tabuunum. Marknaðarføringin var í øllum ógvuliga greið. Ógvusligt, men við einum ávísum broddi, varð gjørt greitt, at nú skuldi tabuið fellast á Meiarínum. Stór orð, sum krevja at okkurt býr aftanfyri.
Kvinnuliga kynsgøgni verður ikki nógv umtala. Ikki sum mannligi starvsfelagin. Òteljandi filmar, leikir, skemtisøgur og ikki minst sangir plasera mannliga gøgni á fremsta røð í teirri vesturlendsku mentanini, har alt meira ella minni er loyvt. Við fleiri sjónvarpsrásum kanst lættliga sita eitt heilt kvøld og ikki hoyra um annað enn mest viðurkenda libidoina. Ein hálvfems minuttir leikur við honum sum evni hevði neyvan verið nakað tabuhóttandi.
Satt at siga kenni eg ikki ein einasta sang um ginuna, ongar sjónvarpslýsingar við paralellumTað er ikki tað, ið tú hoyrir mest til. Spurningurin er so: Er saknar á tí?
Ringt at siga, hví eg endaði sum áskoðari, men nú eg eri við fatið, so lat meg bara hyggja at.
Ein og hvør góður leikur skal eg geva tær ein lærdóm. Einki betri er enn at læra nakað um seg sjálvan.
Leikurin er í sínari stóru heild sera einfaldur. Tríggir kvinnuligir leikarar sita á pallinum ? meira ella minni eggjandi klæddar ? og siga frá søgum. Søgur sagdar av kvinnum fyri kvinnur. Tónleikur, pallur og annað spæla aðru violin til frásøgnina og vaginuna.
Frásøgnirnar eru fyri tað nógva skemtiligar, og bert fyri hesa orsøkina kann leikurin vera verdur at síggja. Við skemtinum verður latið upp fyri, at áskoðarin kann mótttaka tey mongu boðini frá kvinnuligu frásagnunum. Farið heldur at lurta eftir teimum heldur enn at lesa um tær her, tí tað er nógv betri fortalt.
Kristina Hansen vísti framúr gott spæl sum tann meiri vitandi, og virkar óvanliga væl uppløgd í leikinum. Birita Mohr og Gunnvá Zachariasen eru saman við Kristinu ein vælsmurd spælimaskina. Við einum eygnakasti, ið ikki at fara skeivur av, eru tær skemtiligar, fúlar, álvarssamar, stønnandi og inniligar í hálvfems minuttir. Leiklistarligt topavrik. Dimensiónirnar eru kortini eitt sindur ov kendar. Birita Mohr er tann eldra, Gunnvá Zachariasen tann unga. Næstu ferð kunnu teir kanska bróta heilt ígjøgnum á pallinum.
Hesin amerikanski moralurin um tann æviga vakurleikan er forkastiligur. Tey lítlu moraliserandi pettini vísa týðuliga hvørjum landi leikurin er úr. Hóast evnið og kanska eru landmám í frælsisgerðingini, er poetisku niðurløgini ikki at duga at steðga, meðan leikurin enn er góður.
Leikaraavrikini eru framúr. Tær tríggir vinda burturúr leikinum og ivalyest eisini sær sjálvari. Pallsetingin, umseting, leikstjórn v.m. alt í betra endanum. Frásøgnin er berandi elementið, og vit mugu takka fyri teirra dirvi.
Fer tú til leikin, lat so fordómarnar vera eftir við hús, og tak tín trúgvasta felaga við. Hetta er ikki fyri øll, men fyri nógv kann hetta vera alt. Hvør hevur sína søgu.
Tabu?
Salurin leygarkvøldið var væl fyltur. Hóast tey flestu mestur vóru innboðin, segði hetta eitt sindur um tann áhuga, evnið og leikurin njóta gott av.
Har sótu vit so øll somul. Láturin var so hjartaligur í løtum og samhugurin líka so, tá tað var neyðugt. Vit sótu øll og lýddu á ? her var einki undarligt. Leikurin er stuttligur, øðrvísi og dámligur hjá nógvum.
Í leikskránni stendur at lesa um tabu. Hetta er nakað forboðið nakað, sum vit seinni hava latið í ein enn sterkari ham. Fult hús á Meiarínum. Er tað so tabu?
Endaliga styrkismetingin má liggur hjá hvørjum einstakum, tí tað er ymiskt, hvat søgurnar siga.