ÍF-kvinnurnar fara eftir heiðursmerkjum

Við 3-1 sigri á Mjølni á útivølli í gjárkvøldið blandar ÍF seg millum liðini, ið dyrgja eftir silvuri ella bronsu í Eik-liguni hjá kvinnum í flogbólti

Undan dystinum í Klaksvík í gjárkvøldið hevði Mjølnir møguleikan at bjóða av heilt har frammi, men í staðin gjørdist tað ÍF, ið tók møguleikan og kom upp á síðuna av Mjølni.

SÍ er longu farið við gullinum, so nú eru tað Fleyr, Mjølnir, ÍF og Dráttur, ið dystast um silvurið og bronsuna, og tað merkir, at tvey av hesum fara at sita eftir við ongum.

Hóast ÍF byrjaði betri í fyrsta setti, var tað skjótt, at Mjølnir fór framum og helt við góðum spæli fast um leiðsluna og vann settið.

Í øðrum setti fylgdust liðini allan vegin uppeftir, og hóast Mjølnir var á odda 19-17, servaði ÍF seg uppá 20-23 og endaði við at vinna settið, sum kundi farið báðar vegir.

Bæði ferð og spenningur fóru úr dystinum í triðja og fjórða setti, og ÍF kundi lutfalsliga trygt stýra gongdini og vinna bæði settini og dystin. Serliga í fjórða setti var ÍF klárt betri enn Mjølnir, sum ikki megnaði at svara aftur.