ÍF kann taka oddasessin

Fleyr tekur ímóti ÍF í meistaradeildini hjá monnum hósdagin. Vinnur ÍF dystin, so kunnu teir leggja seg einsamallar á odda í bestu mansdeildini.

Upptakt Fleyr-ÍF:


Hóskvøldið verður síðsti dysturin í grundspælinum í meistaradeildini hjá monnum, tá Fleyr tekur ímóti ÍF.
Undan dystinum liggur ÍF á odda saman við Mjølni. Tey hava bæði 12 stig. Í hinum endanum á stigatalvuni finna vit Fleyr, sum liggur á fjórða plássi við fýra stigum.
Hesi bæði liðini hava spælt ein dyst ímóti hvørjum øðrum fyrr í ár, tá tey brustu saman á Kambsdali fyrst í kappingini. Tann dystin vann ÍF 3-1.
Nú er Fleyr á heimavølli, og teir fáa sostatt enn ein møguleika at vinna á ÍF. Ein sigur er helst eitt krav fyri Fleyr, um teir ætla sær at spæla við í oddinum í ár. Teirra kappingarár hevur nevniliga ikki verið alt ov gott, so hetta kann verða ein møguleiki at bøta eitt sindur um grundspælið fyri teirra viðkomandi.
Hjá ÍF hevur hinvegin gingið strúkandi, og vinna teir síðsta dystin í grundspælinum hósdagin, so kunnu teir leggja seg einsamallar á odda í bestu mansdeildini.