ÍF kann leggja seg á odda

Fram-ÍF:
Vinnur ÍF dystin á Fram í meistaradeildini hjá monnum í kvøld, so kunnu teir leggja seg undir liðina á Mjølni í oddinum.

Fyri fáum vikum síðani skuldi toppdystur vera á skránni í millum Fram og ÍF í meistaradeildini hjá monnum. Hesin dysturin bleiv lagdur mitt í viku, men av eini ella aðrari orsøk bleiv dysturin útsettur. Hann hevur síðani fingið nýtt dato og verður á skránni í Hoyvíkshøllini í kvøld, týskvøld.
Undan dystinum liggur ÍF á øðrum plássi við 10 stigum, og teir eru í løtuni tvey stig aftanfyri oddaliðið, Mjølnir. Beint í hølunum á ÍF liggur Fram við átta stigum. Tó skal leggja afturat, at ÍF hevur leikt tveir dystir færri enn Mjølnir, meðan Fram hevur leikt ein dyst færri enn oddaliðið.
Hesi bæði liðini hava leikt ímóti hvørjum øðrum einaferð fyrr í ár, tá liðini møttust á Kambsdali. Tann dystin vann ÍF 3-1. Vinnur ÍF eisini henda dystin, so kunnu teir leggja seg undir liðini á Mjølnir í oddinum. Vinnur Fram hinvegin dystin, so leggja teir seg á javnt við ÍF á øðrum plássi, og harvið kann kappingin gerast enn javnari.
Dysturin verður í Hoyvíkshøllini kl. 19.30 í kvøld.